Suðuroyar Dartfelag verður endurstovnað

Suðuroyar Dartfelag verður endurstovnað
Dartkappingin á Føroyaleikunum hevur verið í Suðuroy, fyri vísa ítróttina fram har, tí í løtuni er einki dartfelag í Suðuroy. Og tað hevur longu borið ávøkstur
 
10.07.2021 - 14:35

Dartítróttin kappast í Vági á Føroyaleikunum. Hetta er eitt gylt høvi hjá Dartsambandinum at vísa ítróttina fram í Suðuroy, tí í løtuni er einki felag har.

Hetta hevur longu havt sína ávirkan, tí í næstum fer Suðuroyar Dartfelag, sum var virkið fyri nøkrum árum síðan at hava endurstovnandi aðalfund.

"Vit eru ovurfegin um, at tey aftur fara at spæla dart í Suðuroy," sigur Uni Árting, dartspælari.

Ítróttin hevur seinastu árini veruliga fingið vind í segluni, og tað legst støðugt afturat við nýggjum spælarum.

 

Langir dagar

Í øllum førum er nógv at síggja, tí kappingarnar eru drúgvar. Báðar dagarnar, sum dartspælararnir hava kappast, hava teir spælt í tólv tímar á hvørjum degi.

Fyrsta dartkappingin á skránni á Føroyaleikunum var einmansleikur í cricket. Cricket er eitt dartspæl, sum ikki vanliga verður spælt í kappingum, men mest verður brúkt sum eitt upphitingarspæl.

Og hóast leikararnir ikki vóru so vanir við hetta spælið, so gjørdist talan um eina spennandi kapping við nógvum góðum dystum.

Jan McIntosh streyk avstað við gullinum, Uni Árting bleiv nummar tvey og bronsuna vann Bogi Arge.

Seinna kappingin var í tvímansleiki. Átta pør luttóku. Undan kappingini vóru Uni Árting og Jan McIntosh stórfavorittar til at vinna kappingina, og teir livdu eisini upp til vónirnar. Tá heiðursmerkini skuldu handast, bleiv gullið hongt um hálsin á teimum báðum.

 

Ítrótt fyri øll

At dart er ein ítrótt fyri allar aldursbólkar kom til sjóndar, tá feðgarnir Rógvi og Per Rasmussen kláraðu at vinna bronsuheiðursmerki

Í dag taka tey aftur pílarnar fram í VB-húsinum í Vági, tá kappingarnar í einmansleiki hjá kvinnum og monnum eru á skránni.

Dartsambandið sigur, at øll eru hjartaliga vælkomin at fylgja við, og hevur ein hug at royna at kasta eitt sindur, eru fólk eisini hjartaliga vælkomin at gera tað.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. oktober
Skratsj 16. oktobur 2024
182166
Mikudag 16. oktober
Mono - Tórður Jophannesarson - 2. sending
182164
Mikudag 16. oktober
Góðan morgun Føroyar
182136
Mikudag 16. oktober
LEITISSTEIN 15.10.2024
182135
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. oktober
Veðrið - teknmálstulkað
182120
Týsdag 15. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
182119
Týsdag 15. oktober
Veðrið
182112
Týsdag 15. oktober
Fletta í Kongsstovu
182110
Týsdag 15. oktober
Hvør býr her? (3:4)
180907