- Tíðindi, mentan og ítróttur
Dia Midjord verður venjarin í Noregi
Dia Midjord verður fulltíðarsettur í norska felagnum Florø SK Handball, og verður høvuðsvenjari hjá besta mansliðnum og kvinnuliðnum hjá felagnum. Eisini fær hann fakligu ábyrgdina av venjingini í ungdómsdeildini, veit Portal.fo at siga frá.
Setanini av Dia Midjord er ein liður í eini ætlan at lyfta støðið í felagnum, so at felagið kann staðfesta sína støðu sum ein kraftdepul í norskum hondbólti “millum Bergen og Molde”.
Dia Midjord byrjar í starvinum í august.
Umleið 9.000 fólk búgva í Florø, ið liggur við vesturstrond Noregs, umleið 150 kilometrar norðan fyri Bergen.
Dia Midjord er útbúgvin journalistur, útbúgvin í Noregi. Hann var stjóri fyri Kringvarp Føroya árini 2012 til 2017. Seinastu árini hevur hann verið stjóri í Pf. Auto, men fór úr hesum starvi herfyri.