Óvist hvussu nógvir rumenskir skamtar koma til Føroya

Óvist hvussu nógvir rumenskir skamtar koma til Føroya
Danmark hevur keypt 1,17 skamtar av koronakoppingarevni úr Rumenia
 
30.06.2021 - 12:40

Enn er ikki greitt, hvussu nógvir skamtar av koronakoppingarevni koma til Føroya, nú Danmark hevur keypt 1,17 mió skamtar úr Rumenia.

Tað upplýsir sjúrkahúsverkið fyri Kringvarpinum.

"Danmark og Rumenia avtalaðu í gjár, at Danmark keypir hesar skamtarnar við Pfizer koppingarevni, tí Rumenia í løtuni ikki megnar at brúka teir," segði danski heilsumálaráðharrin, Magnus Heunicke, í gjárkvøldið.

Hetta merkir, at danska koppingarætlanin nú skal endurskoðast, og heilsustýrið sigur við danska kringvarpið, at ein dagførd ætlan kemur longu í morgin.

 

Føroyar fylgja Danmark

Føroyska koppingarætlanin fylgir tí donsku, tí Føroyar fáa fast lutfall av skamtunum sum Danmark fær.

Sjúkrahúsverkið upplýsir, at landsapotekarin skal á fund í danska koppsetingarbólkinum í morgin at umrøða, hvussu koppingarevnið úr Rumenia skal býtast millum Føroyar og landslutirnar í Danmark, og danska Heilsustýrið skal avgera, hvussu nógv, og nær koppingarevnið verður latið.

Áðrenn henda fráboðan kemur frá Heilsustýrinum, ber ikki til at siga neyvt, hvussu stóran part av koppingarevnunum úr Rumenia skal til Føroya, og nær tað verður.

Higartil hava Føroyar fingið skamtar svarandi til lutfallið í fólkatalinum, ella umleið 0,9 prosent av teimum nøgdum, sum koma til Danmarkar, -  tað svarar til at vit so fáa umleið 10.000 skamtar aftrat. 

 

Meir at frætta seinni í vikuni

Sambært landsapotekaranum, verður meira ítøkiligt at frætta um hetta seinni í vikuni, upplýsir sjúrkahúsverkið fyri Kringvarpinum.

Sambært donskum miðlum, so koma fyrstu skamtarnir úr Rumenia til Danmarkar longu í morgin.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. oktober
Skratsj 16. oktobur 2024
182166
Mikudag 16. oktober
Mono - Tórður Jophannesarson - 2. sending
182164
Mikudag 16. oktober
Góðan morgun Føroyar
182136
Mikudag 16. oktober
LEITISSTEIN 15.10.2024
182135
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. oktober
Veðrið - teknmálstulkað
182120
Týsdag 15. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
182119
Týsdag 15. oktober
Veðrið
182112
Týsdag 15. oktober
Fletta í Kongsstovu
182110
Týsdag 15. oktober
Hvør býr her? (3:4)
180907