Svøríki snávaði móti Ukraina

Svøríki snávaði móti Ukraina
Danmark er einasta norðurlandið, sum er eftir í EM-endaspælinum, eftir at Svøríki tapti 2-1 móti Ukraina eftir umdyst
Stóra stjørnan hjá Ukraina, Oleksandr Zinchenko, í sjeynda himli, tá sigurin móti Svøríki var ein sannroynd
 
29.06.2021 - 22:49

Fótbólts-Svøríki syrgir í kvøld, tí fótbóltslandsliðið snávaði í áttandapartsfinaluni móti Ukraina. 

Svøríki var betra liðið, men eitt reytt kort bleiv avgerandi

Stóra stjørnan hjá Svøríki var enn einaferð Emil Forsberg, sum skoraði sítt fjórða mál í EM, og annars rakti bæði stong og tvørtræ. 

Hjá Ukraina var tað Manchester City-bakkurin Oleksandr Zinchenko, sum skaraði framúr. Zinchenko legði Ukraina á odda í 27. minutti eftir eitt sera hegnislig upplegg frá Andriy Yarmolenko. 

Emil Forsberg svaraði aftur í 43. minutti við einum fínum langskoti, ið rakti ein ukrainskan fót á veg í málið. 

Reyða kortið vendi dystinum

Svíar vóru oman á í seinna hálvleiki, men tað bleiv stong út, og tí endaði dysturin við umdysti.

Og her gekk galið hjá Svøríki, tá sterki miðverjin Marcus Danielson fekk reytt kort, tá hann var óheppin og stemplaði ein ukrainskan leikara á knæið, tá hann royndi at sparka bóltin burtur av vandaleið. 

Reyða kortið bleiv avgerandi, tí sviar megnaðu ikki at standa ímóti til endans, og í yvirtíðini í seinna hálvleiki av umdystinum, legði Zinchenko eitt sera hegnisligt innlegg inn á høvdið á innskifta Artem Dovbyk, sum stútaði bóltin í málið. 

Nú skal Svøríki heim, meðan Ukraina skal spæla fjórðingsfinalu móti Onglandi í Róm leygardagin. 

 

EM-áttandapartsfinalurnar 

Leygardagin 26. juni
1: Wales - Danmark 0-4 
2: Italia - Eysturíki 2-1

Sunnudagin 27. juni
3: Holland - Kekkia 0-2
4: Belgia - Portugal 1-0

Mánadagin 28. juni
5: Kroatia - Spaina 3-5
6: Frakland - Sveis 3-3 / 4-5 eftir brotssparkskapping

Týsdagin 29. juni
7: Ongland - Týskland 2-0
8: Svøríki - Ukraina 1-2

 

Fjórðingsfinalurnar

Fríggjadagin 2. juli
Sveis - Spaina (18:00, St Petursburg)
Belgia - Itala (21:00, München)

Leygardagin 3. juli
Kekkia - Danmark (18:00, Baku)
Ukraina - Ongland (21:00, Róm)

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 18. oktober
Vikuskiftið 18. okt. 2024
182282
Fríggjadag 18. oktober
Morgunlestur fríggjadagur 18. oktober 2024
182272
Fríggjadag 18. oktober
Morgunlestur mikudagur 16. oktober 2024
182269
Fríggjadag 18. oktober
Breddin: Suðuroyartunnilin og amerikanska valið
182264
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. oktober
Kom á val 01
182263
Fríggjadag 18. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
182249
Fríggjadag 18. oktober
Veðrið
182278
Hósdag 17. oktober
Sært tú fuglin? II (2:2)
182194
Týsdag 15. oktober
Veðrið - teknmálstulkað
182120