- Tíðindi, mentan og ítróttur
Rúni Rasmussen kommunustjóri í Klaksvík
Rúni Rasmussen kommunustjóri í Klaksvík
Klaksvíkar kommuna hevur loksins fingið nýggja kommunustjóra, og tað er Rúni Rasmussen, sum kemur úr einum starvi á løgmansskrivstovuni

Mynd: Klaksvíkar kommuna
24.06.2021 - 18:01
Rúni Rasmussen verður nýggjur kommunustjóri í Klaksvíkar Kommunu.
Rúni Rasmussen kemur frá einum starvið, sum deildarstjóri á stjórnartænastuni á løgmansskrivstovuni, har hann hevur starvast í 10 ár.
Áður hevur Rúni starvast sum deildarleiðari á Almannastovuni, umframt at hann eitt skifti var fyribilsstjóri í Søvnum Landsins.
Rúni Rasmussen er 42 ára gamal og er stjórnmálafrøðingur. Harumframt er Rúni útbúgvin prosesskonsulent og verkætlanarleiðari.
Hann tekur við eftir Tummas Eliasen, og byrjar í starvinum 1. august.
Nýggjastu sendingar í ÚV

Hósdag 27. februar
«Mær kundi gjørst neyðugt at verða doyptur av tær, og so kemur tú til mín!»
188373
Nýggjastu sendingar í SV