Byggja felags bygning til goymslu og skrivstovu á havnarlagnum

Byggja felags bygning til goymslu og skrivstovu á havnarlagnum
Málið kemur fyri á býráðsfundi í kvøld
Tá nýggja Norrøna kom, bleiv trapputornið bygt afturat farstøðini. Nú skulu Tórshavnar havn og Smyril Line í felag byggja nýggjan bygning.
 
23.06.2021 - 08:48

Tórshavnar havn og Smyril Line skulu í felag byggja ein bygning, sum skal hýsa goymslu og skrivstovu hjá Smyril Line og farstøð hjá Tórshavnar havn.

Uppskot er gjørt um avtalu og sáttmála, og tað verður viðgjørt á býráðsfundinum í Havn í kvøld.

Tórshavnar havn eigur farstøðina, sum nú er, og trapputornið har.

Trapputorn til Norrønu

Tá gamla Norrøna kom, varð farstøðin, sum Strandferðslan brúkti til Smyril, tillagað.

Tá nýggja Norrøna kom, bleiv trapputornið bygt afturat farstøðini.

Og tá bygdi Smyril Line afturat einum pakkhúsi hjá Tórshavnar havn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Leygardag 1. februar
Upp á tá - 310125
187177
Leygardag 1. februar
Vikan 1. februar 2025
187169
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 1. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109