Vil hava Tvøroyrar kommunu at viðgera innlitsmál av nýggjum

Vil hava Tvøroyrar kommunu at viðgera innlitsmál av nýggjum
Kommunan vísti ikki góðan fyrisitingarsið, tá raksturin av kantinuni í ítróttarhøllini í Trongisvági varð boðin út, sigur Umboðsmaðurin
Umboðsmaðurin fýlist á, at kommunan ikki skjalfesti betur fundirnar, sum hon hevði við teir báðar tilboðsgevararnar.
 
22.06.2021 - 09:14

Løgtingsins umboðsmaður hevur biðið Tvøroyrar kommunu viðgera eitt innlitsmál av nýggjum.

Ein klaga kom um málsviðgerðina hjá Tvøroyrar kommunu og um, hvussu kommunan viðgjørdi eina umbøn um innlit.

Talan er um tilboð um at reka kantinuna í ítróttarhøllini í Trongisvági.

Tann, sum kærdi, fekk ikki raksturin. Tann, sum hevði hann, fekk hann aftur. 

Kommunan valdi, sum hon segði, tryggu og kendu loysnina.

Skjalfesti ikki fundirnar

Hetta tekur umboðsmaðurin ikki støðu til. Men fýlst verður á, at kommunan ikki skjalfesti betur fundirnar, sum hon hevði við teir báðar tilboðsgevararnar.

Grundgevingin, sum klagarin fekk um, hví hin tilboðsgevarin varð valdur framum klagaran, var ikki nøktandi. 

Umboðsmaðurin heldur, at kommunan vísti ikki góðan fyrisitingarsið í sambandi við útbjóðingina.

Viðvíkjandi innlitsumbønini vísti umboðsmaðurin á, at 10 skjøl eru skrásett í málinum. Kommunan gav bara innlit í átta skjøl, men nevndi einki um hini tvey skjølini.

Fyrsta avgerðin

Umboðsmaðurin viðmerkir eisini, at eingin orsøk var til at biðja klagaran koma á kommunuskrivstovuna at lesa skjølini, innlit varð latið í.

Av tí at eingi avrit vórðu latin klagaranum, hevði Tvøroyrar kommuna heldur ikki neyðugu heimildina at krevja gjald fyri avrit í hesum føri.

Hetta er fyrsta avgerðin hjá Løgtingsins umboðsmanni, síðani Hanna Vang tók við starvinum 1.apríl.

Hanna Vang, sum tók við sum Løgtingsins umboðsmaður 1. apríl, hevur tikið fyrstu avgerðina.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Bátasmíð í Sandavági
190904
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878