Mótmæli á Vaglinum - viðgerðin í tinginum byrjað

Mótmæli á Vaglinum - viðgerðin í tinginum byrjað
Mótmælistiltakið er til frama fyri Pedagogfelagið, sum er í verkfalli.
Frá tiltakinum á Vaglinum
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
18.06.2021 - 10:37

Samstundis sum løgtingið eftir klokkan 10 fór undir at viðgera uppskotið hjá Helga Abrahamsen, landsstýrismanni, um at lóggeva undantøk í Almannaverkinum, tá verkfall er, byrjaði mótmælistiltak á Vaglinum, har nógv fólk eru komin saman.

Tey, sum skipa fyri mótmælistiltakinum, eru foreldur og avvarðandi at børnum, ungum og vaksnum, frítíðarskúlum, bú- og viðgerðastovnum og stuðlum kring landið. Tey styðja Pedagogfelagið, sum er í verkfalli.

Hoyr/sí tingvarpið her.

Myndir : Bjarni Árting Rubeksen

.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. februar
Norðurljóð 10.februar 2025
187245
Mánadag 10. februar
Hvør skal venja landsliðið
187571
Mánadag 10. februar
Góðan morgun Føroyar
187552
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371