- Tíðindi, mentan og ítróttur
UMVR: Fakfelagssamstarvið vildi ikki
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/fakfelagsrorslan-75.jpg?itok=9FGNIIrd)
1.desember í fjør bað Umhvørvis-og vinnumálaráðið formansskapin í Fasta gerðarrætti um at kanna, um til ber at tryggja, at føroyski arbeiðsmarknaðurin hevur neyðuga verju ella tilbúgving í sambandi við verkfall.
Formansskapurin í Fasta gerðarrætti tosaði við fakfeløg og arbeiðsgevarar á almenna arbeiðsmarknaðinum.
Hann boðaði frá í vár, at Kommunala arbeiðsgevarafelagið og Fíggjarmálaráðið vildu royna.
Men tað vildi Fakfelagssamstarvið ikki, fekk Umhvørvis- og vinnumálaráðið at vita.
Og formansskapurin í Fasta gerðarrætti boðaði frá, at hann gjørdi ikki meira við málið.
Hetta stendur í viðmerkingunum um lógaruppskotið um undantøkini hjá Almannaverkinum, sum Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður, legði fram í gjár.
Hendan royndin hjá Umhvørvis-og vinnumálaráðnum var ikki gjørd í friðartíð, tá talan er um Pedagogfelagið, tí sáttmálaskeiðið hjá felagnum endaði 1.oktober í fjør.