- Tíðindi, mentan og ítróttur
Rættarmeklari skal hjálpa at finna loysnir
Rættarmeklari skal hjálpa at finna loysnir
Ein rættarmeklari skal nú hjálpa pørtunum við at finna eina innanhýsis loysn í borgarligum málum
17.06.2021 - 09:01
Eitt nýtt starv skal setast í rættarskipanini í Føroyum.
Sorinskrivarin søkir eftir rættarmeklara.
Ein rættarmeklari hjálpir pørtunum við at finna eina innanhýsis loysn í einum borgarligum máli.
Stendur í rættargangslógini
Rættarmekling er í nýggju rættargangslógini, sum kom á nýggjárinum. Bara virknir advoktar, sum eru yngri enn 70 ár, kunnu gerast rættarmeklari í Føroyum.
Treytin er eisini, at umsøkjarar hava útbúgving sum meklari.
Umsóknarfreistin er 1.oktober
Rættarmekling er í nýggju rættargangslógini, sum kom á nýggjárinum
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV