- Tíðindi, mentan og ítróttur
Maður fluttur á sjúkrahús
Maður fluttur á sjúkrahús
Maðurin var staddur í báti, men hann dugdi ikki rættiliga at siga frá, hvar hann var staddur
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
17.06.2021 - 15:55
Ein útlendskur maður, sum var sjúkur, var seinnapartin fluttur á sjúkrahús.
Maðurin var staddur í báti, men hann dugdi ikki rættiliga at siga frá, hvar hann var staddur. Tí gekk ein góð løta, áðrenn maðurin var funnin í bátinum, sum lá í Vágsbotni í Havn, sigur vakthavandi á løgreglustøðini.
MRCC váttar, at teir sendu tyrluna avstað at leita. Hon fleyg eina løtu seinnpartin yvir havnarlagnum í Havn fyri at finna bátin við mannin, og tað eydnaðist.
Hvørki løgreglan ella MRCC vilja siga meira um hendingina.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV