- Tíðindi, mentan og ítróttur
Flogvanlukkan í Selvík: Reisa minnisvarða
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/gulfstream.png?itok=ctvfVgO8)
Minnisvarði verður nú reistur í sambandi við flogvanlukkuna í Selvík
Í ár eru 25 ár síðani flogvanlukkuna í Selvík í Sørvági, har níggju fólk lótu lív.
Minnisvarði verður reistur, og hann verður avdúkaður á degnum fyri flogvanlukkuna, 3. august í ár. Ein føroyskur listamaður hevur gjørt minnisvarðan, sum verður settur settur við Bíggjarvegin yvir av staðnum í Selvík, har flogvanlukkan varð, boðar danska verjuleiðslan frá í tíðindaskrivi.
Øll doyðu
Tað var eitt Golfstream-flogfar, sum í ringum veðri undir innflúgving til Vága floghavn, datt niður í Selvík. Níggju fólk vóru við flogfarinum, og øll doyðu. Við flogfarinum vóru millum annað ovastin hjá donsku verjuni, Hans Jørgen Garde, kona hansara, Anna Garde, fylgi og flogmanningin.
Talan er um størstu flogvanlukku í søguni hjá donsku verjuni.
Ein bók um vanlukkuna verður eisini givin út í sambandi við 25 ára dagin. Søren Nørby og Rasmus Dahlberg, søgukønir í verjuni, hava skrivað.