Nokta at gera verkfalsrakt arbeiði

Nokta at gera verkfalsrakt arbeiði
Verkfallið hjá Pedagogfelagnum byrjaði klokkan sjey í morgun
Pedagogarnir fóru í verkfall í morgun klokkan sjey
 
14.06.2021 - 08:28

Hjálparfólkafelagið noktar limum sínum at taka upp verkfalsrakt arbeiði í sáttmálatrætuni millum Føroya Pedagogfelag øðrumegin og KAF og Fíggjarmálaráðið hinumegin.

Nevndin í Hjálparfólkafelagnum sigur, at limir felagsins eiga at fara til arbeiðis sum vanligt, men at limirnir skulu ikki átaka sær uppgávur, sum annars høvdu verið loystar av limum í Pedagogfelagnum.

Limirnir í Pedagogfelagnum fóru í verkfall klokkan sjey í morgun.

14 undantøk

Almannaverkið fekk í fyrsta umfari lovað 14 undantøk frá Pedagogfelagnum. Stjórin í Almannaverkinum, Edvard Heen, segði við útvarpið í gjárkvøldið, at tey bóðu um 125 afturat, tí tey mettu, at støðan var rættiliga hættislig. Tey fingu tó bara tvey undantøk afturat. Tað vil siga 16 undantøk í alt.

Forkvinnan í MEGD, Tóra við Keldu, heitir í skrivi á partarnar á arbeiðsmarknaðinum at vísa dirvi og finna loysnir. Hon sigur, at nú merkjast stríðsstigini veruliga, og tey veikastu í samfelagnum eru aftur rakt. Hon sigur, at MEGD í fleiri ár hevur heitt á partarnar um at gera virðiligar avtalur, so hetta, sum nú hendir, ongantíð hendir aftur. Tó uttan úrslit, sigur hon. 

 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. februar
Norðurljóð 10.februar 2025
187245
Mánadag 10. februar
Hvør skal venja landsliðið
187571
Mánadag 10. februar
Góðan morgun Føroyar
187552
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371