Hondbóltskvinnurnar skulu spæla javnt ella vinna

Hondbóltskvinnurnar skulu spæla javnt ella vinna
Føroyska landsliðið skal bara ikki tapa fyri Ísrael í høllini á Hálsi í dag. Um tær spæla javnt ella vinna, er plássið í undankappingini veruleiki
Dragan Brljevic og landsliðið skal bara hava stig í dag fyri at tryggjað sær pláss í undankappingini
 
06.06.2021 - 14:37

Føroyska hondbóltslandsliðið við kvinnum er í góðari støðu undan dystinum ímóti Ísrael í undan-undankappingini í høllini Hálsi í dag.

Ein sigur ella ein javnleikur gevur nevniliga pláss í bólki B í undankappingini saman við millum annað Danmark. Vinnur Ísrael hava øll trý liðini ein sigur í part, men tá hevur í hvussu er Finnland betur málúrtøku enn Føroyar.

Føroyar vunnu fríggjadagin við tveimum málum ímóti finnum, men í gjár vann Finnland 28-24 móti Ísrael. Tí kann man av røttum meta Føroyar at vera favoritt í dag.

Kringvarpið sendir dystin beinleiðis í sjónvarpinum frá klokkan 15:55.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Leygardag 26. apríl
Her er flaggdagsrøðan hjá Ben Arabo
191094
Leygardag 26. apríl
Upp á tá - 250425
191091
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949