- Tíðindi, mentan og ítróttur
Dátueftirlitið skal hava fráboðan um vakmyndatól
Dátueftirlitið skal hava fráboðan um vakmyndatól
Nýggj løgtingslóg um yvirvøku við vakmyndatóli kom í gildi á nýggjárinum
04.06.2021 - 15:11
Vakmyndatól, sum vóru sett upp fyri 1. januar í ár, skulu fráboðast Dátueftirlitinum av nýggjum í seinasta lagi 1. juli.
Á nýggjárinum kom nýggj løgtingslóg um yvirvøku við vakmyndatóli í gildi. Nýggja løgtingslógin hevur reglur um, nær yvirvøka við vakmyndatóli kann fara fram, og undir hvørjum treytum.
Lógin ásetur, at Dátueftirlitið skal føra eina skrá yvir vakmyndatól, og tí skal tað boðast frá til Dátueftirlitið, tá vakmyndatól verða sett upp, sigur Dátueftirlitið.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV