Breddin: Ísrael/Gaza og vantandi arbeiðsmegi

Breddin: Ísrael/Gaza og vantandi arbeiðsmegi
Tvey evni eru í Breddanum í dag
Stríðið millum Ísrael og Hamas í Gaza-geiranum hevur kravt fleiri enn 200 mannalív
 
19.05.2021 - 15:16

Fleiri enn 200 sivilfólk eru higartil deyð í stríðnum millum Ísrael og Hamas, sum kyknaði fyri meira enn viku síðani. Túsundstals rakettir eru farnar um markið úr Gaza til Ísraels, meðan ísraelskar bumbur hegla niður yvir Gazageiran úr ísraelskum stríðsflogførum.

Vit fara aftur um søguliga stríðið millum partarnar, men vit frætta eisini tað nýggjasta úr Ísrael og hoyra millum annað, hvat tað var, sum hendi um vikuskiftið, tá ísraelska hervaldið boðaði frá, at  tað hevði sent hermenn inn í Gaza-geiran. Seinni varð sagt, at einki hald var í hesum tíðindum.

Fyritøkur fáa ikki skikkaða arbeiðsmegi

Í sendingini í dag frætta vit eisini um føroyskar fyritøkur, sum ikki megna at fáa starvsfólk til sítt virksemi.

Vinnuhúsið segði mánadagin, at tað nú er nærum dagligur kostur, at fyritøkur ikki fáa skikkað starvsfólk.

Hvørji eru hesi fólkini, hvat er ávirkanin, og hvussu fáa fyritøkurnar atgongd til starvfólkini, sum tørvur er á?

Tað spyrja vit millum annað stjóran í Vinnuhúsinum um.

Breddin í útvarpinum klokkan 17.05

Marita Rasmussen er stjóri í Vinnuhúsinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 6. februar
Góðan morgun Føroyar
187420
Hósdag 6. februar
Breddin: Tollkríggj
187418
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (6:6)
187318
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (5:6)
187317
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (4:6)
187316
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155