Føroyskur fiskur lýkur ES-krøv

Føroyskur fiskur lýkur ES-krøv
Veterineravtalan ger, at føroyskur fiskur kann fara í fría umferð í øllum ES uttan heilsuváttan
Niðurstøðan í frágreiðingini frá ES er, at Heilsufrøðiliga starvsstovan sum heild lýkur treytirnar í veterineravtaluni
 
12.05.2021 - 10:49

Føroyskar fiskavørur lúka krøvini hjá ES.

Frá 13. til 29.januar kannaði ES, um Heilsufrøðiliga starvsstovan klárar at halda veterineravtaluna við ES um føroyskan fisk og føroyskar fiskavørur.

Endaliga frágreiðingin er nú komin. 

Niðurstøðan er, at Heilsufrøðiliga starvsstovan sum heild lýkur treytirnar í veterineravtaluni. 

Veterineravtalan ger, at føroyskur fiskur kann fara í fría umferð í øllum ES uttan heilsuváttan. Framleiðslan í Føroyum er í samsvari við ES-lóggávu.

ES-eftirlitsmyndugleikin vísir í frágreiðingini á fimm høvuðsfrávik, sum Heilsufrøðiliga starvsstovan skal viðgera og fáa í rættlag.

Millum annað skulu royktar fiskavørur kannast.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. februar
Veðrið
187962
Sunnudag 16. februar
VÍF - Kyndil, menn
187840
Sunnudag 16. februar
Guðstænasta úr Havnar kirkju
187829
Leygardag 15. februar
2. hálvfinala hjá monnum: H71 - KÍF
187825
Leygardag 15. februar
H71 - Neistin, kvinnur
187824