- Tíðindi, mentan og ítróttur
SAS fer aftur at flúgva til Føroya
SAS fer aftur at flúgva til Føroya
Í juni verður flogið tríggjar ferðir um vikuna
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/vlcsnap-2019-10-21-14h56m03s811.png?itok=veTSdgHx)
SAS fer nú aftur at flúgva til Føroya
11.05.2021 - 15:37
SAS tekur føroyaflúgvingina uppaftur 11. juni, skrivar Vágaportalurin.
Sambært heimasíðuni hjá SAS, flýgur flogfelagið aftur til Føroya um ein mánað.
Í juni verður flogið mánadag, fríggjadag og sunnudag.
Frá 28. juni flýgur SAS til og úr Føroyum allar dagar í vikuni uttan leygardag sambært skipanini, har ferðaseðlar verða keyptir.
SAS gavst at flúgva til Føroya 1. oktober í fjør, tá ferðafólkatalið minkaði, og SAS eisini skuldi krevja gjald frá ferðafólki fyri koronukanningar.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV