![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/myndasavn-width/public/samherji.png?itok=24cSy2Y7)
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Íslendingar kanna eisini Samherja
Íslendingar kanna eisini Samherja
Forsætisráðharrin sigur, at ákæruvaldið hevur fingið pengarnar, sum tað hevur biðið um til kanningina
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/katrin_5.jpg?itok=nfn1QNK7)
Katrin Jakobsdóttir, forsætisráðharri í Íslandi, sigur, at ákæruvaldið fær allan peningin, tað skal brúka, at kanna Samherja-skjølini
11.05.2021 - 08:58
Pengar eru til at kanna Samherja.
Tað segði Katrín Jakobsdóttir, forsætisráðharri, tá hon fekk ein ófráboðaðan fyrispurning í altinginum í gjár.
Hon segði, at ákæruvaldið hevur fingið teir pengar, tað hevur biðið um til kanningina.
Í fyrispurninginum varð róð framundir, at meðan nógvu skjølini um Samherja verða kannað í Noregi, Namibia og í Føroyum, verða ikki latnir fleiri pengar til teirra, sum skulu kanna skjølini í Íslandi.
Men hesum vísti Katrín Jakobsdóttir staðiliga aftur.
Hon legði dent á, at ákæruvaldið fær allar teir pengar, tað skal brúka til at kanna Samherjaskjølini. Og tað veit ákæruvaldið eisini.
Íslendingar kanna eisini Samherja.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV