- Tíðindi, mentan og ítróttur
2600 bilar koyrdu í tunlinum fyrsta dagin
Bergholið millum Hvalba og Trongisvág læt upp fyri almennari ferðslu leygardagin.
Fyrstu at koyra gjøgnum nýggja berholið vóru systkini Allon Næs, sum er 95 ára gamal, og Betta Eið, sum er 98.
Og sigast kann, at nýggja farleiðin hevur fingið góða móttøku.
Á sjálvum hátíðardegnum leygardagin koyrdu 2.599 bilar gjøgnum bergholið.
Og í gjár koyrdu 1.736 bilar ígjøgnum, vísa nýggjastu tølini frá Landsverki.
Arbeiðið at bora bergholið byrjaði 27. juni 2019, og seinasta skotið var latið av 7. juli í fjør.
Hvalbiarbergholið og vegagerðin í sambandi við bergholið hava kostað tilsamans 272 milliónir kr.
Meira verður at frætta frá hátíðarhaldinum í Hvalba í Degi og viku í kvøld.
Tey fyrstu at koyra í nýggja bergholinum vóru systkini Allon Næs og Betta Eið.