- Tíðindi, mentan og ítróttur
Arbeiðsmarknaðurin skal viðgera kærur um ALS
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/als_2.jpg?itok=C8uGnrfW)
Føroya arbeiðsgevarafelag tekur ikki undir við, at kærunevndin hjá ALS verður løgd niður, soleiðis sum landsstýrið ætlar í nýggju lógini um Kærustovnin.
Arbeiðsgevarafelagið sigur, at kærunevndir, sum viðgera kærumál, sum hava markamót inn á sáttmálaøkið, mugu mannast við skikkaðum fólki, sum hevur góðan kunnleika um kollektiva sáttmálaøkið.
Kærunevndin hjá ALS eigur at vera sjálvstøðug og hava egna skrivstovu.
Arbeiðsgevarar siga, at í álitinum, sum er grundarlagið undir lógaruppskotinum um Kærustovnin, stendur, at tað er ein trupulleiki, at umboð frá áhugabólkum eru í ALS-kærunevndini.
Ognarskapurin
Teirra umboðan ger, at løgfrøðiliga atlitið ikki fær ta tyngd, sum tað eigur at hava.
Henda útsøgn avdúkar, at ognaskapurin hjá pørtunum á arbeiðsmarknaðinum í ALS ikki er tikin við, sigur Arbeiðsgevarafelagið.
Atlitið til yrkisfelagsliga umboðan missir harvið týðandi tyngd í viðgerðini, sigur Føroya arbeiðsgevarafelag.
Felagið vísir á, at hildið verður, at tað er neyðugt at hava fakliga umboðan í nevndum, sum eitt nú viðgera barnavernd og psykiatri.