- Tíðindi, mentan og ítróttur
Video: Allon og Betta vóru fyrst
Video: Allon og Betta vóru fyrst
Allon Næs og Betta Eið vóru fyrst í gjøgnum Hvalbiartunnilin. Allon Næs er 95 ár og Betta Eið aldursforseti við sínum 98 árum
08.05.2021 - 12:36
Ein fittur lítil Toyota var fyrstur at fara gjøgnum Hvalbiar tunnilin, nú hann alment var tikin í nýtslu. Sum siður er, so var tað aldurforsetin í bygdini, sum var fyrstur at koyra gjøgnum tunnilin. Tann heiðurin fekk Betta Eið, ið er 98 ára gomul. Við sær hevði hon Allon Næs, sum hóast sín høga aldur, hann er 95 ár, sjálvur koyrdi í gjøgnum tunnilin.
Á sjónbrotinum sleppur tú við á søguliga túrin við Allon Næs og Bettu Eið.
video-1620473909
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV