Kunna nú um støðuna á Miðstovninum

Kunna nú um støðuna á Miðstovninum
Trivnaðarstjórin vísir aftur, at fundurin hevur samband við tað, sum kom fram í Breddanum í gjár um dagstovnaviðurskiftini í Tórshavnar kommunu
Leiðarin á Miðstovninum hevur sagt seg úr starvi, og nú hevur trivnaðarstjórin biðað foreldur at børnum á stovninum at koma á kunnandi fund
 
07.05.2021 - 15:04

Klokkan 16 verður fundur í Posthúskjallaranum fyri foreldur, sum hava børn í Miðstovninum í Havn.

Tað er Jóan Petur Hentze, trivnaðarstjóri í Tórshavnar kommunu, ið hevur kallað foreldrini á fund.

Leiðarin á Miðstovninum, Asta í Toft, var í Breddanum í gjár og greiddi frá, hví hon segði upp herfyri. Nú hevur trivnaðarstjórin í kommununi kallað foreldrini til kunnandi fund.

- Vit høvdu ætlað at havt fundin fyrr, men náddu tað tíverri ikki. Tað hevur einki at gera við Breddan í gjár,  at vit hava fund nú. Vit hava alla tíðina ætlað at havt fundin, sigur Jóan Petur Hentze við útvarpið.

Elin Norðberg Wenningsted Tausen er sett sum fyribils leiðari á Miðstovninum. Hon hevur hollar leiðsluroyndir, og hevur millum annað verið leiðari á dagstovninum Løkjatúni á Argjum.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 9. apríl
Undansending: Føroyar - Litava
190512
Týsdag 8. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
190454
Týsdag 8. apríl
Veðrið
190447
Týsdag 8. apríl
Fótbóltur: Føroyar - Gibraltar
190450