- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hava onkra slóð at elta
Hava onkra slóð at elta
Løgreglan kannar framvegis, hvør hongdi kúluna av einum grindahvali upp á húkin í Klaksvík
Mynd: Sverri Egholm, portal.fo
04.05.2021 - 15:29
Enn er ikki greitt, hvør hongdi kúluna av einum grindahvali upp á húkin í Klaksvík hósnáttina.
Løgreglan hevur onkra slóð at elta í málinum, men kanningarnar eru ikki lidnar enn, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn.
Løgreglan vil framvegis frætta frá fólki, sum halda seg hava sæð ella vita okkurt, sum kann hava samband við málið.
Løgfrøðiliga er talan um eitt herverksmál, og tað kostar eisini at rudda upp eftir eitt sovorðið mál.
Tað var eftir eina lítla grind, sum legði beinini í Hvannasundi mikudagin, at kúlan á einum hvali varð hongd upp á húkin í Klaksvík.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV