Ov stuttir ímóti russisku bjørnini

Ov stuttir ímóti russisku bjørnini
Føroyar taptu síðsta HM-undankappingardystin ímóti Russlandi í dag í seinasta dystinum hjá Sonna Larsen, sum takkaði fyri seg sum landsliðsvenjari
Russiska bjørnin varð ov sterk í høllini á Hálsi
 
02.05.2021 - 19:39

Tá munurin bert var eitt mál í hálvleikinum í dystinum á Hálsi ímóti Russlandi, mundu fleiri vænta og vóna, at føroyska hondbóltslandsliðið kundi endurtaka bragdið frá fríggjadegnum, tá søguligur sigur kom til høldar móti Kekkia.

Avrikini í seinna hálvleiki í fleiri av undanfarnu dystunum - eisini honum móti Kekkia - hava verið sera góð, og tí var útgangsstøðið gott eftir steðgin.

Men tað gekk ikki eftir vild hesaferð. Russarar vóru klárt við yvirlutan frá byrjan í seinna hálvleiki, og leiðslan upp á fýra mál, sum teir uppbygdu sær hesa fyrstu løtuna í seinna hálvleiki, helt dystin út.

Góð byrjan

Føroyska verjan og málverjin, Nicholas Satchwell, stóðu væl, og russarar høvdu ilt við at skora. Føroyar skoraðu heldur ikki nógv, men nóg mikið til at fylgja útiliðnum.

Tað var aftur stjørnuskotið úr IK Sävehof, Elias á Skipagøtu, sum tók ábyrgd í álopsspælinum, og tað var eisini hann, sum minkaði til hálvleiksstøðuna, 11-12 við frekum brotskasti.

Megnaðu ikki at fylgja við

Útiliðið, sum vann bólkin, spældi væl í seinna hálvleiki. Russisku spælararnir høvdu lutfalsliga lætt við at koma til møguleikar og mál, meðan føroyska liðið, sum kanska varð merkt av tøttu dystarskránni, hevði stórar trupulleikar at skjóta framvið stóru verjuspælarunum og málverjunum, sum tóku fleiri skot.

Føroyar høvdu kjansisn at minka um russiska leiðsluna til tvey mál seint í dystinum, men bæði avgerðir og aktiónir tóktust vera merktar av møði, og so revsaðu russarar, sum hava spælt seg til EM-endaspælið.

Føroyar - Russland (høllin á Hálsi)
23-28 (11-12)


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 26. januar
Dansival
186889
Sunnudag 26. januar
Møti: Møti úr Vitinum í Hvalba
186890
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta í Viðareiðis kirkju
186874
Sunnudag 26. januar
Bolero - 26. januar 2025
186872
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta á Viðareiði
186881
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535