Kanna um skipasmiðjur skulu fáa størri studning

Kanna um skipasmiðjur skulu fáa størri studning
Ein frágreiðing og tilmæli um studningin verða latin landsstýrismanninum í vinnumálum hálvan mai, og tá byrjar politiska viðgerðin
Landsstýrismaðurin sigur, at skipasmiðjuvinnan hevur biðið um, at studningurin hækkar
 
29.04.2021 - 08:49

Umhvørvis- og Vinnumálaráðið kannar nú, um skipasmiðjurnar skulu fáa størri studning.

Tær fáa nú, sambært lóg frá 1996, átta prosent í studningi til nýbygging og umbygging.

Ein frágreiðing og tilmæli um studningin verða latin landsstýrismanninum í vinnumálum hálvan mai. Og tá byrjar politiska viðgerðin.

Tað sigur Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður, í svari til Jóhan Eli Poulsen, løgtingsmann.

Landsstýrismaðurin sigur, at skipasmiðjuvinnan hevur biðið um, at studningurin hækkar.

Spurningurin um at minka útlátið frá skipum er við í arbeiðinum at gera frágreiðingina.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 6. mars
Morgunlestur hósdagur 6. mars 2025
188661
Mikudag 5. mars
Mono - Føroyskar perlur (4:4)
188711
Mikudag 5. mars
Skratsj 5. mars 2025
188706
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 6. mars
Morgunkórið - teknmálstulkað
188729
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (4:5)
188719
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (3:5)
188718
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (2:5)
188717
Mikudag 5. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188681