Tórshavnar kommuna selur grundstykki á netinum

bannari
Tórshavnar kommuna selur grundstykki á netinum
Kommunan stykkjaði í fjør út sjey grundstykki í Nólsoy, og nú verða tey síðstu fýra grundstykkini seld í almennari sølu
Fýra kommunal grundstykki í Nólsoy verða seinnapartin seld í almennari sølu á netinum
 
19.04.2021 - 07:25

Klokkan 16 í dag kunnu áhugaðir keyparar bjóða uppá tey fýra grundstykkini. Sølan verður skipað soleiðis, at tey fyrstu, sum senda kommununi teldupost eftir klokkan 16, fáa bjóðað eitt grundstykki.

Treytirnar, fyri at keypa grundstykkini, eru tær somu sum í reglugerðini fyri viðgerð av umsókn og útlutan av fastari ogn til egnan privatan bústað.

 >> SÍ EISINI Eysturkommuna selur 25 grundstykki á netinum

Hetta merkir millum annað, at keypari ikki skal eiga hús ella grundøki í Tórshavnar kommunu frammanundan. Somuleiðis er bústaðarskylda tinglýst á grundstykkjunum fyri at tryggja, at stykkini ikki verða nýtt til at byggja summarhús á.

Grundstykkini eru 500 fermetrar stór, og kosta 165.000 krónur hvørt. Hetta er aðru ferð, at ein kommuna í Føroyum selur grundstykki á netinum. Fyrst í mars seldi Eysturkommuna 25 grundstykki á netinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. apríl
Veðrið
190120
Týsdag 1. apríl
Heðin Brú 2:2 - teknmálstulkað
190126
Týsdag 1. apríl
DOK01430 - teknmálstulkað
190125
Sunnudag 30. mars
Andakt
190022
Sunnudag 30. mars
Møti úr Nebo á Toftum
190017