12 kærur um heilsustarvsfólk

12 kærur um heilsustarvsfólk
Kærumálini um fakliga virksemið hjá heilsustarvsfólki verða send til viðgerðar í Styrelsen for patientklager í Danmark, sum tekur endaliga støðu
Siðani 1998 hava verið 218 kærur um løggild heilsustarvsfólk í Føroyum
 
19.04.2021 - 16:11

Í 2019 komu 12 kærur um løggild heilsustarvsfólk í Føroyum.

Hetta sæst í nýggjastu heilsulýsingini hjá landslæknanum, sum er fyri 2019.

Kærumálini um fakliga virksemið hjá heilsustarvsfólki verða send til viðgerðar í Styrelsen for patientklager í Danmark, sum tekur endaliga støðu.

Rættiliga ymiskt er, hvussu nógvar kærur koma.

Tær vóru 12 í 2019 og sjey í 2018.

Í 2014 og 2013 vóru 21 kærur hvørt árið.

Siðani 1998 hava verið 218 kærur um løggild heilsustarvsfólk í Føroyum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 2. mai
Vikuskiftið 2 mei 2025
191349
Fríggjadag 2. mai
RagnarRokk: Schmier um Birth of Malice
191321
Fríggjadag 2. mai
Morgunlestur fríggjadagur 2.mai 2025
191016
Hósdag 1. mai
RagnarRokk 1.mai 2025
190925
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 2. mai
Veðrið
191347
Fríggjadag 2. mai
KAKUMiKS (5:7)
191336
Hósdag 1. mai
Grønir fingrar (1:3)
191286
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187