Varðhaldsfongslað fyri rán

Varðhaldsfongslað fyri rán
Ein maður varð noyddur at flyta pengar á kontu, sum ikki var hansara egna
Trý fólk eru varðhaldsfongslað, skuldsett fyri rán
 
13.04.2021 - 12:20

Seint í gjárkvøldið vórðu trý fólk, ein kvinna og tveir menn, varðhaldsfongslað í 14 dagar. Tey eru skuldsett fyri rán.

Ein kvinna afturat er skuldsett, men hon er ikki varðhaldsfongslað.

Øll nokta seg sek, men onkur sigur seg tó vera partvís sekan. 

Noyddur at flyta pengar

Tað var klokkan níggju sunnumorgunin, at ein maður boðaði løgregluni frá, at hann við harðskapi varð noyddur at flyta pengar á eina kontu, sum ikki var hansara egna.

Hann visti, hvørji fólkini eru, sum rændu pengarnar. 

Tey vórðu tikin og í grundlógaravhoyring í Føroya rætti, sum byrjaði klokkan trý seinnapartin í gjár og ikki bleiv liðug fyrr enn klokkan ellivu í gjárkvøldið, vórðu tey trý fólkini varðhaldsfongslað.

Ikki samband við rúsevni

Hendingin var á einum gistingarhúsi í Havn. Fólkini eru øll ung, í tjúgunum ella yngri enn 20 ár.

Málið hevur ikki samband við rúsevni, heldur Heri Andreassen, leiðari á Kanningardeildini hjá løgregluni.  

Hann vil ikki upplýsa, hvussu nógvar pengar, maðurin,  sambært skuldsetingini, varð noyddur at flyta.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 26. november
Morgunlestur týsdagur 26.november 2024
184105
Mánadag 25. november
Norðurljóð 25.november 2024
184142
Mánadag 25. november
Góðan morgun Føroyar
184117
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
184179
Týsdag 26. november
Andaktin
184172
Sunnudag 24. november
Stórmøti hjá Heimamissióni
184095
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049