- Tíðindi, mentan og ítróttur
Løgreglan: Húsaófriður og ørir bilførarar í nátt
Nakað av fólki var í býnum í nátt, upplýsir vakthavandi á politistøðini í Havn. Løgreglan koyrdi onkur full fólk heim, og hjálpti onkrum á føtur aftur, sum var komin illa fyri.
Eitt víkiskylduóhapp var í Eysturbýnum í Havn í gjárskvøldið. Ein bilur helt ikki sína víkiskyldu og koyrdi út fyri ein annan. Eftir øllum at døma var tað sólin, sum hevði blendað bilføraran. Eingin fólkaskaði var av óhappinum, men báðir bilar fingu materiellan skaða.
Klokkan 22 fór løgreglan út til húsaófrið í Havnini. Tað málið var loyst við at annar parturin varð tikin úr húsinum.
Løgreglan fekk eisin fleiri fráboðanir um bilar, sum koyrdu ørt í Havnini og í Eysturoynni. Tað var um fýra fimm tíðina um náttina. Løgreglan fór á staðið at leita, men fann ikki bilarnar.