Rokna við 80-120 milliónum í yvirskoti

Rokna við 80-120 milliónum í yvirskoti
Aðalfundur hjá Betri-samtakinum var í gjárkvøldið, fríggjakvøldið
 
10.04.2021 - 12:49

Betri-samtakið roknar við at hava millum 80 og 120 milliónir krónur í yvirskoti í ár. Tað staðfesti eigarin - aðalfundurin í Ognarfelag Tryggingartakaranna - í gjárkvøldi. 

Í fjør høvdu feløgini í Betri-samtakinum tilsamans góðar 146 milliónir krónur í yvirskoti. Tá avtornaði bleiv árið munandi betri enn útlitini vóru, tá samtakið í hálvársroknskapinum fyri 2020 roknaði við at hava í besta føri 30 milliónir í yvirskoti. 

Sambært ársfrágreiðingini fyri 2020, var tað stóra óvissan um avleiðingar av koronafarsóttini, sum á sumri í fjør ávirkaði útlitini nógv tann skeiva vegin.

Eginognin 3.458 krónur

Ársfrágreiðingin vísir á, at við endan av mars mánaða í fjør hevði Betri-samtakið eitt kurstap á 180 milliónir krónur. Men tá avtornaði javnaðu partabrøvini seg aftur, og tá árið í fjør var gjørt upp, hevði Betri-samtakið ein kursvinning av sínum virðisbrøvum uppá góðar 37 milliónir.

Av teimum millum 80 til 120 milliónunum, sum Betri-samtakið væntar í yvirskoti í ár, verður avlopið í Betri Banka millum 60 og 80 milliónir, í Betri Trygging verður avlopið væntandi millum 20 og 50 milliónir og Betri Pensjón vænta tey millum tríggjar og seks milliónir í yvirskoti.

Og harumframt væntanst annað virksemi í samtakinum at geva upp til 20 milliónir krónur. Eginognin í Betri-samtakinum er nú 3.458 milliónir krónur, og fíggjarstøðan hjá samtakinum javnvigar við 13.845 milliónum krónum.

Nevndin heldur fram

Á ársaðalfundinum hjá Ognarfelag Tryggingartakaranna í gjár varð Aslaug Gisladóttir afturvald sum nevndarforkvinna í Betri samtakinum á triðja sinni. 

Eisini stóðu Gunn Danielsen, Petur Elias Nielsen og Mortan Simonsen fyri vali, og tey vóru øll afturvald. Umframt hesi sita Aslaug Gisladóttir, Ragnar Joensen og Lars Løkke Rasmussen í nevndini, umframt trý starvsfólkavald umboð. 

Sambært ársfrágreiðingini fær samtaksnevndin tilsamans góðar 2,3 milliónir krónur í samsýning um árið. Aðara nevndir í Betri-samtakinum fáa góðar 3,2 milliónir í samsýning. 

12,8 milliónir í stjóralønum

Stjóralønirnar í Betri-samtakinum vóru í fjør góðar 12,8 milliónir krónur. Forstjórin Evy Jacobsen fekk tilsamans tvær milliónir í løn og eftirløn.

Men Betri-samtakið skuldi eisini í fjør rinda fyrrverandi stjóranum Ben Arabo uppsagnarløn. Í fjør fekk hann 2,1 milliónir í fráfaringarløn, í 2019 fekk hann 2,6 milliónir. Ben Arabo fór frá sum stjóri í Betri á heysti í 2018.

Aðrir stjórar í Betri-samtakinum fingu tilsamans 8,7 milliónir krónur í løn í fjør.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 29. november
Vikuskiftið 29 nov 2024
184410
Fríggjadag 29. november
Breddin: Fráflyting og altingsval
184380
Fríggjadag 29. november
Góðan morgun Føroyar
184364
Fríggjadag 29. november
EM-trok #1: Vit kenna væl Sveis
184332
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. november
Veðrið
184408
Fríggjadag 29. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184321
Hósdag 28. november
Kanst tú siga farvæl? (1:2)
184255
Mikudag 27. november
Kanst tú siga farvæl? (2:2)
184254
Mikudag 27. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184234