- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ullardagurin eisini hildin í Føroyum
Ullardagurin eisini hildin í Føroyum
Evropeiskur ullardagur er í dag, tann fyrsti av slagnum
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/20150911_finna_nyggjar_vorur_ur_ull_80.jpg?itok=tV1_XkJg)
09.04.2021 - 07:36
Evropeiskur ullardagur er í dag, tann fyrsti av slagnum. Dagurin verður eisini hildin í Føroyum. Búnaðarstovan er við í ullardegnum.
Nakrar kvinnur hittast har at nappa, karða og spinna í dag, og høvi er hjá fólki at koma inn á Búnaðarstovuna millum klokkan tvey og fýra seinnapartin.
Og Búnaðarstovan hevur ein film um føroyska seyðin og ullina. Meira kann lesast um ullardagin á heimasíðuni hjá Búnaðarstovuni, bst.fo
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV