- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nýggi hjálparpakkin á veg
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/kirkjan_i_saksun-2.jpg?itok=__ux4lJP)
Tað sæst í einum svari hjá Helga Abramhansen, landsstýrismanni í vinnumálum, til ein grein 52a fyrispurning hjá Bjørt Samuelsen, tingkvinnu hjá Tjóðveldi, ið spurdi um ferðavinnan kann vænta sær meira hjálp frá landinum.
Í svarinum verður til spurningin hjá tingkvinnuni upplýst, at nýggi hjálparpakkin fer at líkjast hjálparpakka trý, men við smærri tillagingum.
Fáa í mesta lagi 10 milliónir
Í uppskotinum, sum er sent til hoyringar, verður skotið upp at stuðla ferðavinnufyritøkum, sum hava minst 40 prosent afturgongd í umsetninginum frá 1. september 2020 til 30. apríl 2021.
Stuðulin kann í mesta lagi vera 10 milliónir krónur til hvørja ferðavinnufyritøku ella samtak. Øll fáa kortini ikki lut í hjálparpakkanum.
Stuðul verður ikki latin almennum feløgum og teimum, sum leiga út summarhús og AirBnB. Mett verður, at hjálparpakki fýra fer at kosta í mesta lagi 47,5 milliónir krónur.