Atlantic Petroleum 112 milliónir í halli

Atlantic Petroleum 112 milliónir í halli
Felagið hevur vónir um betri fíggjarstøðu í 2021
 
06.04.2021 - 07:31

Atlantic Petroleum hevði 112,6 milliónir krónur í halli eftir skatt í fjør, næstan dupult so nógv sum í 2019, tá nettohallið var 63,8 milliónir.

Størsti parturin av hallinum í fjør kom í fjórða ársfjórðingi, góðar 89 milliónir krónur. Ogn felagsins var 30,8 milliónir krónur við árslok 2020.

Eitt ár frammanundan var hon 147,4 milliónir. Partabrævið í Atlantic Petroleum varð selt fyri 5,90 krónur, tá 2020 byrjaði, og fyri 4,63 krónur, tá árið endaði.

Vænta at oljuprísurin hækkar

Felagið hevur vónir um betri fíggjarstøðu í 2021, millum annað væntar felagið, at oljuprísurin hækkar og meira fæst úr Orlandokelduni.

Á aðalfundinum hjá Atlantic Petroleum 23. apríl er uppskot um at velja Ben Arabo, Mourits Joensen og Mark T. Højgaard í nevnd felagsins.

Tríggir nevndarlimir eru í felagnum.

Ben Arabo er formaður nú. Næstformaður er Kaj Johannesen. Mark T. Højgaard á Skála er stjóri.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 12. februar
Morgunlestur mikudagur 12.februar 2025
186666
Týsdag 11. februar
LEITISSTEIN 11.02.2025 (Jazzygold)
187652
Týsdag 11. februar
Kvinnur í ítrótti (1:6)
187313
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369