- Tíðindi, mentan og ítróttur
Takið um at fara
Takið um at fara
Ringa veðrið hevur við sær, at takið á bygninginum hjá Sandgrevstur er loysnað
05.04.2021 - 12:04
Takið á Sandsgrevstur sunnan fyri Nyk er um at loysna. Tað váttar løgreglan, sum hevur givið Skalafjarðar sløkkiliði boð um hetta. Hvussu ring støðan er á bygninginum, veit løgreglan ikki at siga, men vísir til Skálafjarðar sløkkilið. Tað er ikki eydnast okkum at fáa eina viðmerking frá Sunleivi Højgaard, átaksleiðara hjá Sløkkiliðnum.
Dagført:
- Eingin vandi var á ferð, sigur Sunleiv Højgaard, átaksleiðari hjá Skálafjarðar sløkkiliði.
Sandgrevstur er í ferð við at byggja uppí bygningin sunnan fyri Nyk, tá ið ein pláta, var farin at loysna. Skálafjarðar sløkkilið var skjótt á staðnum og festi plátuna aftur, so takið er tryggjað.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV