- Tíðindi, mentan og ítróttur
Bilasølan álopin av teldusníkum
Bilasølan í Havn - á facebook væl at merkja - er álopin av teldusníkum við einum følskum profili. Teldusníkarnir hava gjørt ein vanga líkur henni hjá Bilasøluni og hava sent fólki boð á messenger, um at tey hava vunnið tvey Magn kort.
Boðini eru á donskum, og tí varnast fólk flest, at okkurt illgrunasamt er við boðunum. Harumframt vilja boðini frá teldusníkum hava, at tú trýstir á eina leinkju, so fært tú vinningin. Men hetta skal man ikki gera, tí illgruni er um, at talan er um teldusníkar sum royna at leggja ein virus á telduna hjá tær.
Teldusníkar
Hendrik Egholm er stjóri og eigari á Bilasøluni.
- Tey serkønu, sum hava facebook um hendi á Bilasøluni, siga, at talan er hægst sannlíkt um teldusníkar, sum royna at fáa okkurt frá tær.
Hann heitir á fólk um ikki at trýsta á leinkjuna, men sletta boðini og fráboða facebook, at teldusníkar royna at koma á telduna.