- Tíðindi, mentan og ítróttur
Størst sunnanfyri minst eystanfyri
Størst sunnanfyri minst eystanfyri
Arbeiðsloysið í Føroyum var í januar 1,5 prosent
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/arbeidsloysisskipanin-2.jpg?itok=lgZZ5XQV)
Arbeiðsloysi er eitt vet størri enn tað var, áðrenn korona kom.
02.04.2021 - 11:30
Arbeiðsloysið í Føroyum var í januar 1,5 prosent.
Eitt ár undan tí, í januar í fjør, var arbeiðsloysið í Føroyum 1,1 prosent, sigur Hagstovan.
Í januar vóru tilsamans 437 fólk í Føroyum fulltíðararbeiðsleys.
Størst sunnanfyri
Lutfalsliga eru flest arbeiðsleys í teimum sunnaru oyggjunum í landinum.
Størsta arbeiðsloysið var í Suðuroy, har arbeiðsloysið í januar var 2,4 prosent.
Í Sandoy var 1,8 prosent av arbeiðsfjøldini í januar arbeiðsleys.
Hinvegin var arbeiðsloysið minst í Eysturoy og í Norðoyggjum, har arbeiðsloysið í januar var 1,0 prosent.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV