- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fer ikki úr starvinum kortini
Fer ikki úr starvinum kortini
Turið F. Arge, ið segði seg úr starvi sum rakstrarstjóri hjá BankNordik í februar, heldur fram, sigur bankin
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/vlcsnap-2020-05-11-10h13m32s239.png?itok=O6qMz9Yv)
30.03.2021 - 06:35
Turið F. Arge heldur fram sum rakstrarstjóri í BankNordik, boðar bankin frá. Turið F. Arge segði annars upp í bankanum í februar og skuldi gevast har 1. apríl.
Men nú hevur hon játtað at halda fram sum rakstrarstjóri. Turið F. Arge hevur arbeitt í bankanum í 14 ár, og hon hevur verið rakstrarstjóri síðani 2017.
Í samtaksleiðsluni í BankNordik eru Árni Ellefsen, forstjóri, Rune Nørregaard, kreditt- og fíggjarstjóri og Turið F. Arge, rakstrarstjóri.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV