4.074 fólk eru liðugt koppsett

4.074 fólk eru liðugt koppsett
232 fólk vórðu koppsett í gjár, tá koppsetingin varð tikin uppaftur
 
26.03.2021 - 11:55

Koppsetingin fyri koronu er nú tikin uppaftur, og í gjár vórðu tilsamans 232 fólk koppsett.

198 fólk fingu fyrra prikið, og 34 fingu seinna prikið, siga heilsumyndugleikarnir.

Talan var um fólk, sum eru 85 ár og eldri.

Í Sandoynni

Eitt koppsetingarlið frá Sjúkrahúsverkinum var í gjár eisini í Sandoynni og koppsetti fólk, sum eru eldri enn 65 ár, og sum fáa persónliga røkt.

Nú eru tilsamans 9.660 koppsetingar gjørdar í Føroyum.

5.586 eru koppsett fyrru ferð. 4.074 hava fingið seinna prikið, og eru liðugt koppsett.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Bátasmíð í Sandavági
190904
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878