Roynir at finna loysn, sum øll kunnu liva við

Roynir at finna loysn, sum øll kunnu liva við
Formaðurin í felagnum Línuskip skal royna at finna felags stev millum tey 21 loyvini í bólki-3
Jógvan I er eitt av frystilínuskipunum
 
25.03.2021 - 17:00

- Vit arbeiða enn við málinum, og vónandi finna vit eina loysn, sum allir partar kunnu liva við.

Tað er stutta viðmerkingin frá formanninum í Felagnum Línuskip, sum er biðið um at koma við uppskoti um, hvussu føroysku kvoturnar í Eysturgrønlandi og á Flemish Kap kunnu býtast út sum eginkvotur til línuskipini.

Hálvdan Gudmundsen skal royna at finna felags stev millum tey 21 loyvini í bólki-3, sum eru línuskip.

Málið strandað

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hevur til fánýtis roynt at lýsa tvær kunngerðir, sum skulu flyta fiskiskapin frá at vera ein felagskvota til øll línuskipini at fiska burturav, til at vera eginkvotur, markaðar til hvørt skipið sær.

Kunngerðirnar eru strandaðar í politisku skipanini, tí politisk semja er ikki um tær.

Í tí sambandi bað landsstýrismaðurin vinnuna sjálva um at koma við uppskoti til loysn - annars verða kvoturnar aftur í ár útlutaðar sum felagskvotur.

- Eginkvotur merkir ikki, at summi skulu hava og onnur skulu ikki hava, segði Bárður Nielsen, løgmaður, tá Kringvarpið spurdi hann um kunngerðirnar.

Vigar 75 prosent

Við leistinum hjá landsstýrismanninum, har sonevndur "søguligur fiskiskapur" hjá hvørjum einstøkum skipi skal viga 75 prosent, tá heildarkvotan skal býtast, verður sera ymiskt, hvussu stóran part av kvotuni hvørt skipið fær í sín part.

Nøkur fá línuskip hava fiskað nógv við Eysturgrønland og á Flemish Kap síðstu árini, meðan onnur hava fiskað lítið ella einki.

Og so eru tað línu-oyvini, sum framvegis hoyra til nøkur línuskip - hóast hesi línuskip als ikki eru í vinnu meira.

Tekur nakrar dagar

Hálvdan Gudmundsen dugir ikki at siga enn, nær hann hevur eitt uppskot um býti at lata landsstýrismanninum.

- Eg royni framvegis at finna eina loysn, sum øll kunnu liva við, og tað tekur nakrar dagar afturat, sigur formaðurin í Felagnum Línuskip.

Tá munnligir fyrispurningar vóru á skránni í løgtinginum í gjár, segði Jacob Vestergaard, at hann framvegis ætlar at luta út kvoturnar sum eginkvotur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 12. februar
Morgunlestur mikudagur 12.februar 2025
186666
Týsdag 11. februar
LEITISSTEIN 11.02.2025 (Jazzygold)
187652
Týsdag 11. februar
Kvinnur í ítrótti (1:6)
187313
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369