Føroya Tele letur landinum 32 mió. í vinningsbýti

Føroya Tele letur landinum 32 mió. í vinningsbýti
Føroya Tele gjørdi íløgur fyri 131 mió. kr. í fjør, og úrslitið var 31 mió. kr.
Samanborið við 2019, var úrslitið hjá Føroya Tele eftir skatt í fjør umleið tvær milliónir krónur minni, vísir roknskapurin
 
25.03.2021 - 14:37

Landið fær 32 milliónir krónur í vinningsbýti frá Føroya Tele.

Samtakið hevur havt ársaðalfund í dag, har roknskapurin fyri 2020 varð lagdur fram, sigur samtakið í tíðindaskrivi.

Úrslitið í fjør gjørdist góðar 31 milliónir krónur eftir skatt, og eigarin, Føroya Landsstýri, fær 32 milliónir krónur í vinningsbýti.

Samanborið við 2019, var úrslitið eftir skatt í fjør umleið tvær milliónir krónur minni, vísir roknskapurin.

Úrslitið var í fjør merkt av øktum rakstrarkostnaði, sum í stóran mun stavar frá umvælingum av millumoyggjasjókaðalum, ið fingu skaða av illveðri fyrst í árinum.

Íløgurnar hjá Føroya Tele vóru í fjør 131 milliónir krónur.

Nevndin óbroytt

Nevndin hjá Føroya Tele heldur fram. Landsstýrið velur tríggjar nevndarlimir, og starvsfólkini á Føroya Tele velja trý umboð.

Bjarni Arnason, Johnni M. Poulsen, Lena L. Mohr og Annbritt Tummasdóttir Nielsen vórðu afturvald á aðalfundinum í dag.

Starvsfólkavaldu nevndarlimirnir eru Ólavur Simonsen, Levi T. Nybo og Finnbjørn Simonsen. Nevndin hevur skipað seg við Bjarna Arnasyni sum formanni og Johnni M. Poulsen sum næstformanni.

Nevndarformaðurin vil í dag ikki gera viðmerkingar til vinningsbýtið.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 26. november
Morgunlestur týsdagur 26.november 2024
184105
Mánadag 25. november
Norðurljóð 25.november 2024
184142
Mánadag 25. november
Góðan morgun Føroyar
184117
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. november
Andaktin
184172
Sunnudag 24. november
Stórmøti hjá Heimamissióni
184095
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995