BankNordik útlutar 700 milliónir til eigararnar

BankNordik útlutar 700 milliónir til eigararnar
Sølan av virkseminum í Danmark gevur partaeigarunum 700 milliónir krónur í eyka vinningsbýti
 
25.03.2021 - 18:55

BankNordik ætlar at útluta 700 milliónir krónur í eyka vinningsbýti til eigararnar. Tað eru 73 krónur fyri hvørt partabrævið í bankanum.

Av teimum 700 milliónunum skulu 450 milliónir krónur útlutast í ár, og 250 milliónir útlutast í 2022 og 2023. 

Orsøkin til stóra, eyka vinningsbýtið er, at bankin nú hevur selt alt sítt virksemi í Danmark. 

Landskassin eigur, umvegis Fíggingargrunnin frá 1992, ein triðing av BankNordik. Tí fær landskassin smáar 240 milliónir í eyka vinningsbýti frá bankanum.

 

Gyltur aðalfundur

BankNordik hevur aðalfund í morgin. Frammanundan hevur aðalfundurin skotið upp at útluta fimm krónur í vinningsbýti fyri hvørt partabrævið í bankanum. Tað gevur tilsamans 48 milliónir krónur í vinningsbýti til eigararnar.

Tær 48 milliónirnar eru stívliga 29 prosent av yvirskotinum í fjør, sum er gjørt upp til 166 milliónir krónur.

Nú koma so 700 milliónir krónur afturat í eyka vinningsbýti úr bankanum til eigararnar.

 

Nevndin skift út

Undan aðalfundinum í morgin er greitt, at bara verandi nevndarformaður í BankNordik, Ben Arabo, og Jógvan Jespersen, stjóri í Felagnum Nótaskip, halda fram í nevndini fyri BankNordik.

John Henrik Holm, Barbara P. Vang, Gunnar Nielsen og Hans Arni Bjarnason Thomsen hava boðað aðalfundinum frá, at tey stilla ikki uppaftur.

Nakrir av størstu eigarunum í BankNordik - Fíggingargrunnurin frá 1992, Lind Invest ApS, Protector Forsikring ASA, P/F Tjaldur og P/F Framherji - skjóta upp at velja Sverre Bjerkeli, Jóhonnu Lava Køtlum og Michael Ahm í nevndina.

Sverre Bjerkeli er úr Norra. Hann er stjóri í Protector Forsikring. Michael Ahm er úr Danmark. Hann er adjunktur við Handilsháskúlan í Keypmannahavn. Jóhanna Lava Køtlum er stjóri í Fiskaaling. 

Sambært viðtøkunum skal aðalfundurin velja millum fýra og seks nevndarlimir. Tey vóru seks frammanundan, eftir aðalfundin vera tey fimm. Harumframt eru trý starvsfólkavald umboð í nevndini.
 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 26. november
Morgunlestur týsdagur 26.november 2024
184105
Mánadag 25. november
Norðurljóð 25.november 2024
184142
Mánadag 25. november
Góðan morgun Føroyar
184117
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. november
Andaktin
184172
Sunnudag 24. november
Stórmøti hjá Heimamissióni
184095
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995