Minni vøkstur í Danmark fyrsta ársfjórðing

Minni vøkstur í Danmark fyrsta ársfjórðing
Tá líður á árið, væntar tjóðbankin, at gongdin vendir, og at vøksturin verður størri enn mett
Jens Rohde er stjóri í danska tjóðbankanum
 
17.03.2021 - 11:05

Danski tjóðbankin tillagar nú vónirnar um búskaparvøksturin í ár, skrivar Ritzau.

Tjóðbankin væntar, at vøksturin í dansku bruttotjóðarúrtøkuni verður 1,4 prosent fyrsta ársfjórðing í ár, og ikki 2,9 prosent, sum bankin annars hevði mett vøksturin til.

Tað er serliga lítla ferðin í danska samfelagnum í fyrsta ársfjórðingi, sum er orsøk til nýggju metingina.

Hinvegin væntar tjóðbankin, at vøksturin í seinnu helvt av árinum verður størri enn mett.

4,5 prosent vøkstur

Tjóðbankin væntar, at samlaði búskaparvøksturin í Danmark verður 4,5 prosent í ár, og ikki 3,3 prosent, sum metingin annars var.

Orsøkin til metta vøksturin er, at alsamt fleiri danir verða koppsettir, og at avmarkingarnar so líðandi fara at verða strikaðar, væntar tjóðbankin.

- Tað eru framvegis nógvar óvissur í metingunum, og tað kann vera, at vit tillaga tær, tá ferð aftur kemur á samfelagið, sigur Jens Rohde, stjóri í tjóðbankanum.

Bæði afturgongd og framgongd

Avmarkingarnar í Danmark hava elvt til, at ferðin á búskapinum í landinum er misjøvn.

Afturgongdin hjá handilsmiðstøðum, kaffistovum og matstovum hevur verið stór, síðani korona rakti landið.

Hinvegin hómast framgongd hjá matvøruhandlum, húsameklarum og í byggivinnuni, har eftirspurningurin er stórur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859