133 vórðu koppsett í gjár

bannari
133 vórðu koppsett í gjár
Umleið 4.000 fólk eru liðugt koppsett
Í gjár fingu 86 fólk fyrra prikið og 47 seinna prikið. Nú eru 3.979 fólk liðugt koppsett
 
16.03.2021 - 11:06

Í gjár vórðu 133 fólk koppsett fyri koronu. 86 fólk fingu fyrra prikið, og 47 fingu seinna prikið.

Nú eru tilsamans 8.967 koppsetingar gjørdar í Føroyum. 4.988 fólk hava fingið fyrru koppsetingina, sum svarar til 9,4 prosent.

3.979 fólk eru koppsett seinnu ferð, og eru liðugt koppsett. Tað svarar til 7,5 prosent. Eingin smittutilburður av koronu var í gjár. 

268 kanningar vórðu gjørdar, og nú eru gjørdar tilsamans 236.243 kanningar. Í løtuni eru trý fólk smittað.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 20. januar
Jóna Hammer: Eg havi nógv at takka fyri
186576
Mánadag 20. januar
Nú er friðurin úti
186569
Mánadag 20. januar
Morgunlestur mánadagur 20. januar 2025
186265
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta í Hvannasunds kirkju
186532
Nýggjastu sendingar í SV