Eitt ár síðani Føroyar fóru niður í ferð

bannari
Eitt ár síðani Føroyar fóru niður í ferð
Á grækarismessu í fjør vóru tríggir tilburðir av koronu. Í løtuni eru tveir smittutilburðir
Frá tíðindafundinum í Tinganesi fyri einum ári síðani, tá Føroyar vórðu settar niður í ferð
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
12.03.2021 - 09:01

Í dag, 12.mars, á grækarismessu, er eitt ár, síðani korona av álvara kom til Føroya. Tá komu fyrstu boðini frá myndugleikunum um tiltøk móti koronu.

Tíðindafundur var í Tinganesi, og Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, boðaði frá, at Føroyar vórðu settar niður í ferð.

Tiltøk vórður sett í verk loftvegis og sjóvegis, skúlar lótu aftur, og almenn starvsfólk vórðu biðin um at arbeiða heima við hús.

Løgmaður mælti eisini til, at øll innandura tiltøk, sum savna meira enn 100 fólk, vórðu avlýst, og at øll dansi- og skeinkistøð skuldu lata aftur klokkan 22. 

Trý smittað fyri einum ári síðani

Tann 12. mars í fjør vóru trý fólk smittað í Føroyum. Fyrsti smittutilburðurin varð funnin 3. mars.

Sambært heimasíðuni corona.fo í gjár hava 660 fingið staðfest smittuna. Tvey fólk eru smittað í løtuni. Eitt fólk er deytt við koronu.

234.708 kanningar eru gjørdar í Føroyum. Tá eru tær, sum vórðu gjørdar í gjár, ikki taldar við. Mánadagin høvdu 4.260 fingið fyrru koppsetingina og 3.808 ta seinnu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. apríl
Jesu líðingarsøga - Langi fríggjadagur
190849
Hósdag 17. apríl
Jesu líðingarsøga - Skírisdagur
190847
Hósdag 17. apríl
Áður enn eg ljósið sá
190844
Mikudag 16. apríl
Mono - Passions Just LIke Mine (5:5)
190823
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta
190846
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
190835
Týsdag 15. apríl
Veðrið
190770
Týsdag 15. apríl
Dagur og vika
190805