Miðlastuðulin fer nú til verkætlanir

Miðlastuðulin fer nú til verkætlanir
Ásetingin um, at miðlarnir í minsta lagi skulu hava tvey redaksjonell ársverk, er strikað
Higartil er miðlastuðulin farin til lønarútreiðslur, men sambært broytingini í lógini kann søkjast um stuðul til tíðaravmarkaðar verkætlanir
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
08.03.2021 - 08:55

Uppskotið um broytingarnar í lógini um miðlastuðul er komið í Løgtingið. Eftir at uppskotið var til hoyringinar, er gjørd ein broyting.

Ásetingin um, at miðlarnir í minsta lagi skulu hava tvey redaksjonell ársverk, er strikað. Kravið um eina redaksjón við ábyrgdarhavandi redaktøri er nóg mikið fyri at søkja um stuðul.

Higartil hevur leisturin verið tann, at 60 prosent av stuðlinum er latin eftir rakstrarútreiðslunum hjá miðlinum undanfarna ár, og 40 prosent eru javnt býtt millum miðlarnar, sum søkja.

Tíðaravmarkaðar verkætlanir

Nú skal, sambært lógaruppskotinum, søkjast um stuðul til tíðaravmarkaðar verkætlanir, so sum greinarøðir, heimildarsendingar ella poddvarp, sum eru mettar at hava journalistiska dygd og samfelagsligt virði.

Miðlastuðulin er tvær milliónir krónur um árið.

Lógin verður dýrari at umsita enn verandi lóg. Lógaruppskotið kann tí fáa fíggjarligar avleiðingar fyri aðalráðið, sum fíggjar Miðlastuðulsnevndina. 

Møguliga verður talan um samsýning til teirra, sum eru í Miðlastuðulsnevndini. Nú fáa tey fundarpening.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 12. februar
Morgunlestur mikudagur 12.februar 2025
186666
Týsdag 11. februar
LEITISSTEIN 11.02.2025 (Jazzygold)
187652
Týsdag 11. februar
Kvinnur í ítrótti (1:6)
187313
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 12. februar
Merkja grind
187663
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497