Nú verður greitt, hvar Tjóðleikhúsið skal byggjast

Nú verður greitt, hvar Tjóðleikhúsið skal byggjast
Landsstýrismaðurin fer í morgin at kunngera og avdúka, hvar Tjóðleikhús Føroya verður bygt
Løtumynd úr sjónleikinum, Veitslan. Í morgin verður greitt, hvar Tjóðleikhúsið verður bygt
 
07.03.2021 - 13:58

Á tíðindafundinum luttaka Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum, Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavn, og Ólavur Jøkladal, formaður í dómsnevndini í arkitektakappingini at tekna Tjóðleikhúsið.

Líkt er til, at Tjóðleikhúsið skal byggjast í Havn. Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og  mentamálum skrivaði í november 2020 út arkitektakapping um Tjóðleikhús. Uppskotini um staðseting skuldu vera inni 2. februar.

Fimm samtøk undangóðkend

Ein dómsnevnd við tveimum útlendskum fakdómarum hevur viðgjørt innkomnu uppskotini. Tá staðsetingin av Tjóðleikhúsinum er gjørd, verður farið undir næsta stig í kappingini.

Tá skulu luttakandi arkitektarnir gera uppskot til, hvussu Tjóðleihús Føroya skal byggjast í samljóði við valdu staðsetingina.

Skitsuuppskotini um Tjóðleikhúsið skulu vera inni seinni í ár. Fimm samtøk av arkitektum eru góðkend frammanundan at luttaka í kappingini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791