Metgott ár hjá SMS

Metgott ár hjá SMS
SMS-samtakið hevði 39 milliónir krónur í avlopi í fjør, tað eru 32 milliónir eftir skatt
 
04.03.2021 - 07:48

Harvið gjørdist 2020 besta árið hjá SMS-samtakinum í nýggjari tíð. SMS-samtakið hevði 20 milliónir í avlopi í 2019, 14 milliónir í avlopi í 2018 og 12 milliónir í avlopi, bæði í 2017 og 2016.

Í fjør var umsetningurin heili 575 milliónir krónur - smáar 70 milliónir krónur meira enn árið fyri. Niels Mortensen og reiðaríið Enniberg eiga SMS-samtakið.

Sambært tíðindaskrivi frá SMS-samtakinum var partur av úrslitinum í fjør sonevndar óvanligar inntøkur, sum stava frá sølu av partabrøvum í øðrum fyritøkum.

Umleið 700 fólk eru á lønarlistanum hjá SMS-samtakinum, svarandi til 270 ársverk. Høvuðsvirksemi er Miklagarður, Bónus-handlarnir kring landið, Myllnurnar, Dvøljan og Miðlon.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 12. februar
Morgunlestur mikudagur 12.februar 2025
186666
Týsdag 11. februar
LEITISSTEIN 11.02.2025 (Jazzygold)
187652
Týsdag 11. februar
Kvinnur í ítrótti (1:6)
187313
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 12. februar
Merkja grind
187663
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497