Fýra limir taka ikki við afturvali

Fýra limir taka ikki við afturvali
BankNordik hevur aðalfund 26. mars
Bara Ben Arabo, formaður, og Jógvan Jespersen halda fram í nevndini hjá BankNordik eftir aðalfundin
 
04.03.2021 - 15:26

Fýra nevndarlimir í BankNordik taka ikki við afturvali á aðalfundinum, sum verður 26. mars. 

John Henrik Holm, Barbara P. Vang, Gunnar Nielsen og Hans Arni Bjarnason Thomsen hava boðað aðalfundinum frá, at tey stilla ikki uppaftur.

Tí er greitt, at bara verandi nevndarformaður, Ben Arabo, og Jógvan Jespersen, stjóri í Felagnum Nótaskip, halda fram eftir aðalfundin.

Johanna Lava Køtlum nýggjur nevndarlimur

Nakrir av størstu eigarunum í BankNordik - Fíggingargrunnurin frá 1992, Lind Invest ApS, Protector Forsikring ASA, P/F Tjaldur og P/F Framherji - skjóta upp at velja Sverre Bjerkeli, Jóhonnu Lava Køtlum og Michael Ahm í nevndina.

Sambært viðtøkunum skal aðalfundurin velja millum fýra og seks nevndarlimir. Tey vóru seks frammanundan, eftir aðalfundin vera tey fimm. Harumframt eru trý starvsfólkavald umboð í nevndini.

Sverre Bjerkeli er úr Norra. Hann er stjóri í Protector Forsikring. 

Michael Ahm er úr Danmark. Hann er adjunktur við Handilsháskúlan í Keypmannahavn.

Jóhanna Lava Køtlum er stjóri í Fiskaaling. 

48 mió. kr. í vinningsbýti

Aðalfundurin skjýtur eisini upp at útluta fimm krónur í vinningsbýti fyri hvørt partabrævið í bankanum. Tað gevur tilsamans 48 milliónir krónur í vinningsbýti til eigararnar.

Tað eru stívliga 29 prosent av yvirskotinum í fjør, sum er gjørt upp til 166 milliónir krónur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 12. februar
Morgunlestur mikudagur 12.februar 2025
186666
Týsdag 11. februar
LEITISSTEIN 11.02.2025 (Jazzygold)
187652
Týsdag 11. februar
Kvinnur í ítrótti (1:6)
187313
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 12. februar
Merkja grind
187663
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497