- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fimleikahøll í staðin fyri spæliland
Fimleikahøll í staðin fyri spæliland
Nú skal býráðið í Klaksvík samráðast við Norðhús um at strika sáttmálan

Klaksvíkar kommuna hevur samtykt at sleppa ætlanini um spæliland og byggja fimleikahøll í staðin
02.03.2021 - 11:25
Spælilandið í Klaksvík kemur ikki á hesum sinni kortini, hóast arbeiðið byrjaði hálvan desember í fjør.
Nýggja býráðið hevur gjørt av at gera eina fimleikahøll í staðin fyri.
Sáttmáli um spælilandið var gjørdur við Norðhús.
Arbeiðið var byrjað, men borgarstjórin hevur stegðað tí.
Kostar 600.000 kr
Nú skal býráðið samráðast við Norðhús um at strika sáttmálan.
Afturgerð av framda arbeiðinum fer væntandi at kosta kommununi 600.000 kr., stendur í gerðarbókini um býráðsfundin í síðstu viku.
Í februar í fjør varð sagt, at spælilandið kostaðu 12,3 milliónir krónur.
Klaksvíkar býráð samtykti tá, at spælilandið skuldi byggjast millum Tekniska skúla og Svimjihøllina.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV